20.04.2002 | Evni: Spyr Jógvan
Fyrireikingar til fullveldi
Skriva út | Send | Aftur
Spurningur:

Halló Jógvan:

Hevur Tórshavnar Býráð gjørt nakað til tess at fyrireika høvuðsstaðin til fullveldið? Her hugsi eg um øki eru løgd av til sendistovur og aðar útlendska umboðan í komandi ríkishøvuðstaði okkara?

Svar:

Nei, tað hugsi eg ikki, at vit kunna siga beinleiðis. Men býarskipanarnevndin, tekniska deild og eitt útlendskt felag sita í løtuni og arbeiða við eini framtíðarætlan fyri Havnina.

Tað er ikki óhugsandi, at hædd verður tikin fyri økjum til slíkar bygningar í ætlanini, sum skal fevna um eini 20 ár.

Nakað konkret finst ikki um øki sendistovur og aðrar umboðsstovur í dag, men yvirhøvur eru ymisk øki avløgd til almenn endamál, sum hetta eisini kann koma undir.

Vinarlig heilsan

Jógvan.

< Einar reinari Føroyar | Samband við allan heim >