20.04.2002 | Evni: Løgtingið
Einar reinari Føroyar
Skriva út | Send | Aftur
Kapitul 8 í valskrá Tjóðveldisfloksins:

Einar reinari Føroyar

Reint og mennandi umhvørvi - Umhvørvisvinarliga tøkni - Alternativa orku

Sum tjóð, ið er óloysiliga tengd at náttúruni, eiga føroyingar at ganga á odda fyri, at umhvørvisfyrilit gerast sjálvsagdur partur av ætlanum og avgerðum á øllum samfelagsøkjum.

Tjóðveldisflokkurin vil styrkja almenna umhvørvispolitikkin við m.ø. hesum tiltøkum:

 Í samstarvi við vinnuna skulu greiðar skipanir gerast til at kanna og vátta umhvørvisdygd og heilsufrøðilig krøv mótvegis umheiminum og heimsmarknaðinum.

 Eggjast skal til lokal tiltøk við orkusparing, umhvørvisundirvísing og fríðkan.

 Umhvørvisskrivstova verður sett á stovn til tess at samskipa umhvørvispolitikkin.

 Eitt framkomið Náttúrugripasavn við sjósavni verður skipað. Savnið hevur sum endamál at gerast ein kunningarmiðdepil, ið lýsir sambandið millum menniskja og náttúru.

 Nýggj veiði- og framleiðslutøkni, ið fær mest møguligt burtur úr tilfeinginum við minst møguligari orkunýtslu og minst skaðiligum árini á náttúru og menniskju skal mennast í samstarvi millum almennar granskingarstovnar og vinnuna.

Alternativ orka

Orkuframleiðslan í Føroyum skal ikki overva umhvørvið og skal miða eftir at nýta varandi orkukeldur.

 Royndir við alternativum orkukeldum, eitt nú vind-, aldu- og streymorku skulu fremjast, so orkutørvurin kann nøktast varandi, og dieselorkuverkini verða avloyst.

 Avgjalds- og príspolitikkur eigur at geva fyrimun fyri orkusparing og minkandi nýtslu, ikki avsláttur fyri stóra nýtslu.

---

< Tjóðveldið aftur á odda | Fyrireikingar til fullveldi >