19.04.2002
| Evni: Spyr Jógvan
|
Høll til amboðsfimleik
|
Spurningur:
Hey Jógvan! Ongin ivi man vera um, at tú hevur stóran áhuga fyri ítrótti og tí, sum rørir seg á tí økinum. Í skugganum av fótbólti eru vit nøkur, sum brenna fyri fimleiki. Úrslitini á Oyggjaleikunum og í stórkapping v.m. vísa, hvussu seriøst verður arbeitt á fimleikaøkinum. Nú til spurningarnar: 1) Okkara góðu fimleikarar noyðast av landinum, um teir skulu koma víðari vegna vánaligu venjingarumstøður okkara. Heðin Mortensen, veit eg okkara vegna, roynir at fáa okkum eitt øki at byggja eina "amboðshøll" á. Vildi tú stuðlað okkum í hesum - bæði sum býráðslimur og kanska løgtingslimur? 2) Eg eri fimleikaleiðari og fulveldismaður um ein háls. Ert tú samdur við mær í tí, at tað er óheppið, at okkara bestu fimleikarar noyðast av landinum at venja? Ella má tað bara verða so? 3) Eigur størsta felag í landinum, Havnar Fimleikafelag, ikki at fáa betri sømdir, tá vit øll eru stappað inn í eina høll og alt ov fáir tímar eru til taks? 4) Um vit fáa eitt grundøki og hjálp til raksturin við at skúlarnir leiga seg inn í skúlatíð, so høvdu vit uttan iva klárað at fíggja byggingina av høllini sjálvi. "Vit hava samband við sera góðar kreftir". Hvussu ljóðar hetta hugskotið? Annars gott val! S Svar: Hey S. Takk fyri spurningarnar. Mær tykir, at so nógvur áhugi er fyri at fáa til vega víðkaðar umstøður til ymsan ítrótt í Havn, uttan um fótbóltin, at hetta skjótt fer at líkjast einum máli, sum kann takast upp sum ein heild, ið fevnir um meir enn ynskini hjá einum felag. Eg haldi, at tað hevur týdning, at Havnar Fimleikafelag hevur góðar umstøður at virka undir, og mær hóvar lítið at hoyra, at teir bestu fimleikararnir noyðast av landinum fyri at fáa nóg góðar venjingarumstøður. Hinvegin hevur tað umhvørvið, teir koma í har, óivað mennandi ávirkan á teir. Mær kunnugt hevur býráðið dugnað HF væl hesi seinastu árini, men eg skilji á lagnum, at trýstið er stórt at fáa betri húsarúmd. Er tað neyðugt at víðka um virkismøguleikarnar hjá Havnar Fimleikafelag, havi eg positiva hugsan um tað, men hvussu, nær og fyri hvussu nógvar pengar, dugi eg ikki at siga í løtuni. Hatta seinasta, tú sigur um, at felagið er sinnað sjálvt at royna at fíggja høllina, dámar mær væl. Vinarlig heilsan Jógvan.
|
|