19.04.2002 | Evni: Løgtingið
Karsten harmast verkfallið
Skriva út | Send | Aftur

Í sáttmálasamráðingunum við Skipara- og Navigatørfelagið hevur Fíggjarmálastýrið góðtikið øll semingsuppskot.

Karsten Hansen, landsstýrismaður, sigur soleiðis í tíðindaskrivi:

”Semingsfólkini løgdu semingsuppskot fyri partarnar kl. 4 í hósmorgun. Fíggjarmálastýrið góðtók uppskotið, men Føroya Skipara- og Navigatørfelag vrakaði tað kl. 6.

Partarnir hava tríggjar sáttmálar - fyri Strandferðsluna, Vaktar- og Bjargingartænastuna og Magnus Heinason. Fíggjarmálastýrið góðtók semingsuppskotini fyri allar tríggjar sáttmálarnar. Felagið vrakaði semingsuppskotini fyri allar tríggjar.

Eftir kl. 6 gingu semingsfólkini millum partarnar og kannaðu, um grundarlag kortini var fyri at fáa semju. Fíggjarmálastýrið var til reiðar at halda fram við royndunum at finna semju, men semingsroyndirnar slitnaðu kl. 11.30.

Sostatt hevur Fíggjarmálastýrið gjørt alt sum er møguligt til tess at semjast:

Felagið hevur fingið tilboð um generella lønarhækkan á sama støði sum onnur feløg á almenna arbeiðsmarknaðinum, og rættindi viðvíkjandi familjupolitikki og trivnaðarmøguleikum eru staðfestir. Harafturat eru nógvir trupulleikar viðgjørdir og loystir:

· Tjaldrið er lyft upp á sama stig sum Brimil.

· Viðbótin hjá skiparunum á Smyrli er hækkað munandi

· Tilboð um tænastumannasetan er sett fram og stendur við – bæði undan og eftir, at semingsuppskotið varð lagt fyri

Fíggjarmálastýrið undrast stórliga á, at øll trý semingsuppskotini vórðu vrakað av mótpartinum. Og at upprunakrøvini frá Skipara- og Navigatørfelagnum ikki tykjast mýkt, eitt nú:

· Krøv um lønarhækking uppá 73% til skiparar á Tjaldrinum og Magnusi Heinasyni og áleið 60% til skiparan á Brimli.

Karsten Hansen, landsstýrismaður, harmast almikið um, at ein tílík støða skal taka seg upp – ikki minst í einum tíðarskeiði beint upp undir val, har landsstýrið virkar sum eitt avgreiðslulandsstýri til nýtt landsstýri er skipað.

“Eg havi roynt at gjørt alt, sum er sakliga og reelt møguligt. Eg havi støðugt roynt at betra og loysa teir mongu trupulleikar, sum hava ligið á láni í mong Harrans ár hjá ymsu fakbólkunum. Og sjálvandi eisini í hesum føri.

Tað lættasta hjá mær hevði sjálvsagt verið at kastað ábyrgdina frá mær, nú stundar til val. Men mín ábyrgd er, at øll feløg og allir fakbólkar fáa somu sømdir við atliti til teirra serligu umstøður. Um viljin er frá báðum pørtum, so dugi eg ikki at síggja forðingarnar fyri eina semju.”

Tórshavn, 18. apríl 2002 Fíggjarmálastýrið

Karsten Hansen landsstýrismaður."

< Vit halda kósina | Høll til amboðsfimleik >