12.04.2002
| Evni: Røður
|
Vit vilja økja vælferðina
|
Røða, sum varð hildin í síðsta umfari á valfundi á Argjum 11/4-2002: Síðani kreppuna hava vit lagt á annan bógv. Landskassin veðheldur ikki longur fyri vinnulívinum, og vinnulívið blómar. Landskassin eigur 2,5 milliardir krónur á bók, og ALS er í tryggum hondum. Vit eru nú før fyri at standa ímóti verri tíðum. Vit hava sjálvi lagt grundina undir hendan tryggleikan við skilagóðari stýring og vilja til at skapa eitt samhaldsfast samfelag. Serliga farnu fýra árini hevur bragdað. Pensjónirnar eru hækkaðar munandi. Niðurskurðurin í lønunum er burtur. Nýggj barsilsskipan er sett í verk. Lestrarstuðulin er hækkaður. Barnafrádrátturin er hækkaður. Og Landssjúkrahúsið verður útbygt. Vit vilja halda fram at økja um vælferðina. Hægstu raðfesting hava røktarpláss til eldri, døgnrøktarskipan, búesting fyri rímiligan prís, ansingartrygd og búpláss til fólk við serligum tørvi. Veruliga vælferð skapa føroyingar sjálvir við at hava skil í búskapinum. Vel eina trygga framtíð 30. apríl. Vel Tjóðveldisflokkin. Velur tú sambandið, so er kreppan vís! ---
|
|