09.04.2002 | Evni: Løgtingið
Tveir valfundir í Havn
Skriva út | Send | Aftur
Tveir politiskir fundir verða í Havn í morgin, mikudagin 10. apríl. Annar verður á Læraraskúlanum og hin á Café Natúr.

Fundurin á Café Natúr verður klokkan 8 um kvøldið. Hann er almennur og fer at snúgva seg um mentan, serliga skapandi list. Undirritaði fer at umboða tjóðveldisflokkin.

Fundurin á Læraraskúlanum, sum mest er ætlaður næmingum, verður longu klokkan 13.00. Hann fer serliga at snúgva seg um sjálvstýrismálini og trivnaðarmál. Høgni Hoydal fer at umboða tjóðveldisflokkin á hesum fundi.

Fundirnir á Café Natúr eru serstakir. Har er ikki so øgiligt pláss, og hølið er ikki innrættað sum ein skúlastova, men umhvørvið er kortini hugnaligt til fundarvirksemi.

So hvørt, sum ølið fer niður, gerast cafégestirnir meira mælskir, og tú kanst bæði hoyra tutl og róp og lógvabrestir.

Orðaskiftið varir umleið hálvan annan tíma, og fólk hava høvi til at seta skrivligar spurningar, sum verða savnaðir inn í einum hatti og settir pallborðinum.

---

< Sjúkrahúsverk og ríkishospital | Frælsar og rættvísar Føroyar >