02.04.2002 | Evni: Løgtingið
Rúsevnini og revsilógin
Skriva út | Send | Aftur
Jógvan Arge skrivar:

Ein av verjunum í narkomálinum, sum gongur í Føroya Rætti í løtuni, finst at, at rúsevnadómarnir eru harðari í Føroyum enn í Danmark.

Verjin hugsar óivað fyrst og fremst um einhvønn klient, sum hevði sloppið bíligari, um rætturin í Føroyum dømdi á sama hátt sum rætturin í Danmark.

Í hesum umfarinum tekur advokaturin valla støðu til samfelagslig atlit, sum ákæruvaldið sigur seg gera, og dómarin eyðsýniliga tekur undir við.

Tí vendir málið tann vegin, at hóast vit hava stórt sæð somu revsilóg í Føroyum sum í Danmark, so kanst tú verða harðari revsaður í Føroyum enn í Danmark fyri sama misbrot.

Ákæruvaldið sigur, at tað er neyðugt at vera meir á varðhaldi í tí lítla føroyska samfelagnum enn í tí stóra danska, tí árinini í tí lítla samfelagnum kunnu gerast óbøtandi.

Tað er eitt sjónarmið, sum kann skiljast, men sampakkar tað við, at vit hava somu revsilóg í Føroyum og Danmark?

Tað er ein stórur spurningur.

Mær tykir eisini, at tað er sera áhugavert, tá hesin sami verji ger greitt, at fólkið í Føroyum hevur ongantíð skift orð um og enn minni avrátt, hvussu revsingin fyri rúsevnamisbrot eigur at vera.

Kjarni málsins er tí, at føroyingar verða ákærdir og dømdir av donskum embætismonnum og revsaðir eftir donskum lógum, sum føroyingar ikki hava tikið støðu til.

Teir donsku embætismenninir í danska rættarverkinum í Føroyum avgera í stóran mun við sínum ákærum og sínum dómum, hvør rættarsiðvenjan er í Føroyum.

Tað er púra burturvið.

Løgfrøði er sjálvræði, siga íslendingar. Vit eiga at gera hesi orð teirra til okkara og í verki fremja ætlanirnar um at taka upp á okkum ákæruvald og dómsvald.

Ongin sigur, at revsingarnar verða linari, men tá verða tær ið hvussu er ásettar eftir viðgerð og orðaskifti millum føroyingar í Føroyum, sum tær skulu galda fyri.

Og sjálvandi verða lógirnar eins fyri øll í landinum. Hetta er vert at hava í huga hin 30. apríl.

---

< Føroyingar og uttanríkistænasta | Hoydal hartar Djurholm >