30.03.2002
| Evni: Løgtingið
|
Okkara land - einar frælsar Føroyar
|
Okkara land - einar frælsar Føroyar fyri øll
"Eftir at Tjóðveldisflokkurin hevur sitið í landsins leiðslu í 4 ár, hava vit ongantíð verið nærri einum frælsum Føroyum og einum sjálvberandi búskapi. Eitt trygt vælferðarsamfelag fyri allar føroyingar er nærri enn nakrantíð. Vit eiga eitt dugnaligt og arbeiðssamt fólk. Eitt stolt og sjálvberandi vinnulív. Vit eiga eitt nýhugsandi og ríkt mentanarlív og ein blómandi ungdóm, ið ynskir javnbjóðis samband og samstarv við allan heim - sum føroyingar. Føroysk oljuvinna er veruleiki, og vit eru á veg móti nýggjum avbjóðingum og menningarmøguleikum. Hetta krevur, at vit halda fast við sjálvbjargniskósina og hava dirvi at taka við ábyrgdini. Løgtingsvalið 2002 er tí eitt avgerandi val fyri framtíðina hjá øllum føroyingum. Løgtingsvalið er eitt val millum at taka ábyrgd ella at leggja frá sær ábyrgd – valið er Føroya fólks. Tjóðveldisflokkurin vil í komandi valskeiði m.a. virka fyri:
Tjóðveldisflokkurin vil halda fram í landsins leiðslu fyri at tryggja eina ábyrgdarfulla kós við støðugari menning fyri føroysku tjóðina fram ímóti føroyskum fullveldi. Tjóðveldisflokkurin stendur við sínar hugsjónir og førir tær út í lívið". Soleiðis samtykt á flokstingi heima á Sandi 15. og 16. mars. ---
|
|