29.03.2002
| Evni: Løgtingið
|
Havnin, hernaður og hóttan
|
Seinasta brotið úr samrøðu, sum Fregnir høvdu við Jógvan Arge 15. mars:
Hevur tú lokal áhugamál fyri Havnina? Eg havi eitt ávíst innlit í, hvar skógvurin klemmar í Suðurstreymi í mun til løgting og landsstýri. Eg vil virka fyri skilagóðum áhugamálum, sum tæna valdøminum, og leggja dent á, at høvuðsstaðurin verður virdur sum miðstøð og fólkaríkasta økið í landinum. Viðhvørt hava vit brúk fyri, at okkum verða veittar sømdir, so viðurskiftini ikki avlagast. Tað er ikki minst galdandi nú. Hernaðarmálið hevur verið eitt mál, sum Tjóðveldisflokkurin altíð hevur havt frammarlaga. Er tað deytt nú? Nei, tvørturímóti. Tað er torført hjá okkum at fáa innlit í hesi málini, tí vit ráða ikki fyri okkara egna landi. Men umráðandi er at vita, hvussu vit hava verið og verða brúkt sum finnur í tí stóra talvinum. Tí verður eitt nú spennandi at síggja, hvat Norðuratlantsbólkurin á danatingi fær burtur úr teirri kanningini, sum hann fer at seta í verk saman við altjóða serfrøðingum. Hvat er størsta hóttanin móti sjálvstýristilgongdini? At núverandi andstøðan fær valdið í Føroyum einsamøll. Tá verður hugflogið so lítið og afturhaldið so svart, at fáur hevur sæð makan. Hvørja samgongu vilt tú helst hava eftir løgtingsvalið? Ta samgonguna, sum ber longst á sjálvstýrisleið. Eg haldi, at tað er avgerandi fyri alla sjálvstýristilgongdina, at Tjóðveldisflokkurin kemur upp aftur sterkari á ting hesaferð, og at hann heldur fram í landsstýrinum. ---
|
|