20.03.2002 | Evni: Spyr Jógvan
Umsókn frá Argja Róðrarfelag
Skriva út | Send | Aftur
Spurningur:

Argja Róðrafelag sendi eina umsókn inn til býráðið (mentunarnevndina) í januar mánaða í ár. Fingu at vita, at slík mál blivu vanliga avgreidd innan fýra vikur. Hvussu kann tað vera, at vit onki hoyra um okkara umsókn? Málið er nr. 200200368

vinarliga

Argja Róðrarfelag

Svar:

Halló Argja Róðrarfelag

Eg kann ikki koma í tankar um tykkara mál beint nú, men kann hugsa mær, at tað kemur til viðgerðar, tá vit í apríl-mei fara at viðgera ymsar studningsumsóknir.

Mentanarnevndin hevur fyri fáum árum síðani avgjørt at savna umsóknir um studning saman og avgreiða tær tvær ferðir um árið – eina ferð um várið og eina ferð um heystið.

Sá nú ein dagin í blaðnum, at umsóknir, sum skula koma til viðgerðar hesaferð, skula vera inni í seinasta lagi 15. apríl. Annars skal eg spyrja í mentamáladeildini um málið.

(Svarið um tær fýra vikurnar, er eitt standardsvar, sum øll fáa frá Snarskivuni. Spell, at tað ikki verður fylgt upp).

Gott kappróðrarár

Jógvan.

< Bakkamálið spøkir aftur | Samgongur eftir valið >