20.03.2002
| Evni: Býráðið
|
Bakkamálið spøkir aftur
|
Tórshavnar Býráð hevur aftur havt spurningin um sethúsabygging á einum kommunalum neystataki úti í Bakka til viðgerðar.
Av tí, at almenna lýsingin av málinum kann skiljast eins og at alt býráðið tekur undir við óregluseminum úti í Bakka, fari eg at skoyta nøkur orð uppí. Tað var ikki alt Tórshavnar Býráð, sum á fundi týskvøldið mælti til at broyta byggisamtyktina fyri Tinganes soleiðis, at sethús eisini kunna byggjast í Bakka. Samtyktin varð gjørd við teimum átta atkvøðunum hjá samgonguni fyri og teimum fimm atkvøðunum hjá minnilutanum í móti. Minnilutin helt fast við ta støðu, sum hann áður hevur havt í hesum kommunala vinarmáli, og tók undir við tí mótmæli, sum er komið frá grannum. Í byggi- og býarskipanarnevndini hava eg sjálvur og Hildur Eyðunsdóttir heldur ikki tikið undir við, at neystagrundin í Bakka verður frámatrikulerað restini av Tinganesi, so býráðið kann leiga takið á neystunum til sethús. Av tí, at spurningurin um byggingina úti í Bakka bæði er í rættinum og í landsstýrinum og trætumálið sostatt ikki avgreitt, mæltu vit á fundi í byggi- og býarskipanarnevndini mánadagin frá at fara undir nakra frámatrikulering. Úrslitið varð kortini, at samgongan samtykti at biðja Matrikulstovuna fara undir frámatrikuleringina. Støðan í málinum er nú, at tað stendur til landsstýrið og tess bygginevnd at taka støðu til, um fyritreytirnar fyri at broyta byggisamtyktina úti í Bakka eru loknar. Tað halda vit ikki. Jógvan Arge
|
|