18.03.2002 | Evni: Spyr Jógvan
Hví fara pensjonistar til sambandiđ?
Skriva út | Send | Aftur
Spurningur:

Halló Jógvan: Hvussu tulkar tú nýggjastu veljarakanningina, sum m.a. sigur, at pensjonistarnir helst fara at velja Sambandsflokkin fram um í hesum fřrinum Fólkaflokkin? Er ov lítiđ gjřrt fyri pensjonistarnar?

Spurin

Svar:

Halló hin spurni.

Tađ kann ikki vera tí, at landsstýriđ hevur forsřmt pensjonistarnar, at eldri veljarar fara frá fólkaflokkinum til sambandiđ, tí landsstýrissamgongan hevur ikki forsřmt pensjonistarnar.

Eg vil siga tvřrturímóti, tí tá landsstýriđ tók viđ í 1998 vóru 885 mió kr. á fíggjarlógini til almannamál. Á fíggjarlógini, sum nú er samtykt, standa 1,1 mia. kr. til almannamál. Hetta er ein munandi vřkstur.

Tann vaksandi játtanin hevur havt viđ sćr, at pensjónirnar ongantíđ í sřguni eru hćkkađar so nógv, sum hetta skeiđiđ. Til dřmis fćr ein fřroyskur fólkapensjónistur, sum ikki hevur ađra inntřku, í dag góđar 1700 kr. meir um mánađin, enn hann fekk fyri fýra árum síđani.

Í fleiri fřrum eru fřroyskir fólkapensjonistar eisini á hćgri stigi enn í Danmark, sum liggur millum tey hćgstu í Norđurlondum. Eftir tćr seinastu broytingarnar í pensjónslógunum eru eisini betri mřguleikar at hava arbeiđi aftrat pensjónini.

Fyri framman stendur spurningurin at loysa třrvin á rřktarheimum. Tann fyrsta lóggávan er gjřrd, og búskaparliga grundarlagiđ til at loysa hesi mál er fingiđ til vega.

Tjóđveldisflokkurin hevur sett út í kortiđ at loysa tann akutta třrvin saman viđ kommununum í komandi fýra ára skeiđi.

Ćtlanin er at gera eina avtalu millum land og kommunur um ílřgur og skattabýti. Fyrstu fýra árini skal tann akutti třrvurin loysast og innan nćstu átta árini skal trygd kunna veitast fyri plássi á sambýli ella rřktarheimi innan eitt ár frá umsókn.

Nei, eg dugi ikki at siga, hví pensjonistar hava hug at flýggja yvir í sambandiđ nú, men tađ hevur ikki veriđ ókent, at nógv eldru atkvřddu fyri sambandinum.

---

< Lřgtingsvaliđ lýst | Nýtt kommunalt arbeiđsgevarafelag >