07.01.2002
| Evni: Spyr Jógvan
|
||||||||||||||||||||||||||||
Bíðilisti til barnaansing
|
||||||||||||||||||||||||||||
Spurningur 1a-2002
Ein pápi, sum fyrr hevur verið í trongum skóm, spurdi nú ein dagin, hvussu langur bíðilistin nú er til barnaansing í Tórshavnar Kommunu. Trivnaðarfyrisitingin upplýsir, at pr. 12. december 2001 var bíðilistin til dagstovn og dagrøkt 347 børn. Hetta eru børn, sum onga ansing hava og eru eldri enn 6 mánaðar. Fyrisitingin hevur eisini gjørt eitt útgreinað yvirlit yvir tey 347 børnini á bíðilistanum:
Aftrat teimum 347 børnunum, koma so børnini, sum eru í dagrøkt og eru 3 ár og eldri. Tey eru umleið 175 í tali, og hava tørv á at koma á barnagarð, sigur fyrisitingin.
Vinarlig heilsan
|
|