01.01.2002
| Evni: Spyr Jógvan
|
Hvussu nógv ansingarpláss hevur býráðið útvegað í 2001?
|
Spurningur 1-2001
Hey Jógvan! Einfaldir spurningar til floksins umboð í mentanarnevnd býráðsins. 1) Hvussu nógv nýggj ansingarpláss hevur núsitandi býráð útvegað? 2) Hvørvur ikki alt í dreymaloysnum hjá Jan, Heðini og hinum í samgonguni. Teir høvdu jú allar loysnirnar undan valinum? 3) Og eitt afturat: hvussu langur er bíðilistin í dag?
Heilsan
Svar: Halló fyrrverandi í trongum skóm! 1) Núsitandi býráð hevur vist ikki evnað at skaffa eitt einasta ansingarpláss hetta árið, tað hevur sitið. Hetta skal skiljast á tann hátt, at onki er farið virka, sum er loyst úr lagdi hetta árið. Hinvegin er dagstovnurin í Øsknagerði latin upp í árinum farna við einum 70 plássum, og fyrsta dagin letur dagstovnurin hjá Føroya Tele upp við 34 plássum. 2) Vit kunna ið hvussu so er siga, at høvdu teir ikki verið so ovurkreativir í sínum ætlanum, so høvdu heili 120 nýggj ansingarpláss verið á trappunum nú. Handan ætlanin við at sleppa undan íløguloftunum var børnum og foreldrum eitt dýrt eksperiment. Stovnarnir eru bodnir út av nýggjum, og støða skal takast til teir nú fyrst í nýggja árinum. Vónandi verða teir lidnir í árinum eisini. 3) Havi ikki svarið beint við hondina, men vendi aftur til tað seinni.
Vinarliga |
|