17.11.2001
| Evni: Spyr Jógvan
|
Leggið sannleikar fram
|
Hví í Harrans navni svara tykur ikki monnum sum Jóannis E. aftur, tá teir goysa teirra gall og gor út í fjølmiðlarnar?
Hetta er jú bert til at órógva tey, ið ikki seta seg inn í politisk vidurskifti, men bert velja eftir "populismunar" málum. Tað er jú ein ókeypis gloypibiti hjá teimum. Hví svaraði ongin J.E., tá hann breiddi alla forsíðuna á Sosialinum um eftirløn til tingmenn? Vistu tykur ikki, at tað var hann sjálvur ið fyrstur hevdi lagt uppskotid fram? Tykur mugu leggja nakrar sannleikar fram fyri almenningin. Høgni roynir, um ikki aðrir, so hetta er bert ein áheitan, um ikki nú so frameftir og serliga til næsta løgtingsval. Henda grein nýtist ikki beinleidis svar, men royn tað heldur í verki, tí so havi eg fingid svar. Takk. Góda eydnu á valinum. S.S. |
|