14.11.2001 | Evni: Spyr Jógvan
Hvat skula tjóðveldismenn á danatingi?
Skriva út | Send | Aftur
Spurningur: Hey Jógvan. Hvat skulu tjóðveldismenn á danatingi? Er tað tann danska lønin ella hvat? Hví er móður Danmark so gott í hesum døgum? Ætla tjóðveldismenn at tosa føroyskt á danatingi? Góði Jógvan gevst nú, men annars góða eydnu. h

Svar: Halló h! Tjóðveldisflokkurin stillar upp til hetta valið við tí endamáli at seta eina frælsa føroyska rødd inn á danating at tala sak føroyinga. Skulu danir skilja okkara talu, noyðast vit helst at nýta danska tungu.

Tað hevur alstóran týdning í stríðnum fyri føroyskum sjálvstýri, at júst okkara flokkur kemur sterkur inn á fólkating hesaferð, og tí skalt tú ikki rokna við, at eg geri eftir áheitan tíni um at gevast. Annars takk fyri heilsanina. Lønin er undirordnað.

Jógvan Arge

< Býráð fyri læstum hurðum | Frælsar røddir tala greitt >