13.11.2001 | Evni: Spyr Jógvan
Hví blivu Jóannes og Óli so sambandskir?
Skriva út | Send | Aftur
Spurningur: Hey, Jógvan. Hevur tú nakrantíð hugsað um, hvat tað var, sum nú fekk Jóannes Ejdesgaard at velja sambandsleiðina so totalt, fult og heilt? Hevur tú nakrantíð hugsað um, hvat fekk Óla Breckmann knappliga at vera so lagaligan og semjusøkjandi við danskarar (hann er nokk ikki akkurát kendur fyri teir eginleikarnar)? Mundi tað vera hjartað ella heilin, sum bestemmaði? Ella kanska okkurt annað? Føroya lands frami? Hvat heldur tú?

Hugsin

Svar: Tja, hatta var ein ordiligur biti. Men eg loyvi mær at skjóta uppá, at tað var tann politiski heilin, sum gjørdi útslagið í báðum førum. So kunnu vit vera samd ella ósamd um, hvussu væl heilarnir hava fungerað í hesum førunum. Jóannes gjørdi ivaleyst, sum tann størri parturin av hansara baklandi vildi hava hann at gera. Óli gáaði ov lítið um, at hansara bakland til fólkatingið er ikki tað sama sum til løgtingið. Hann hevur helst roynt at tekkjast sambandssinnaðum fólkafloksmonnum í Havn, men tað hevur ikki hóvað væl kring landið.

Vinarlig heilsan

Jógvan Arge

< Líkasæla um oljuráðlegging | Býráð fyri læstum hurðum >