12.11.2001 | Evni: Spyr Jógvan
Mótsigandi at fara á fólkating?
Skriva út | Send | Aftur
Spurningur: Er tað ikki mótsigandi, at frælsar røddir skulu tala greitt á tingi danska ríkisins, sum vit jú sambært Tjóðveldisflokkinum og Fólkaflokkinum als ikki eru innlimaði í. Kambur.

Svar: Hey Kambur. Nei, tað er ongin mótsøgn, tí skipanin er gjørd soleiðis, at vit skula velja tvey umboð í hetta góða ting, og tá ræður um at brúka umboðini rætt. At velja frælsar føroyskar røddir hagar er okkara boð.

Vit ætla sakliga og virðiliga at greiða danska fólkatinginum og danska almenninginum frá okkara stevnu fram móti sjálvstýri og tjóðarfrælsi og hví vit hava hesa stevnu.

Vónandi hevur tú fingið svar

Vinarlig heilsan og gott val

Jógvan Arge X við E

< Hvat ger, at tú tímir at fáast við politikk? | Broytingar eru onki at ræðast >