Góðan dag og vælkomin til mína heimasíðu.
Tað er »in« at hava eina heimasíðu, og tí vil eg eisini hava eina.
Eg fáist við mangt og hvat, og her havi eg ein møguleika at kunna um míni áhugamál og skifta orð við onnur um tey.
Eg skrivi søguligar bøkur og eri uppi í politikki. Hetta eru áhugamál, sum krevja nógv samskifti við onnur, og her er heimasíðan hent. Kanska nørir hon eisini um áhugan, søluna og undirtøkuna.
Her kunni eg um bøkurnar, sum eg havi skrivað, og um mítt politiska virksemi sum býráðslimur í Havn fyri tjóðveldisflokkin.
Av og á skrivi eg okkurt, sum ikki fer út í bók ella bløð. Tað havi eg nú møguleika fyri at leggja út á heimasíðuna til fólk at lesa.
Ein teigur eitur Spyr Jógvan. Øll eru vælkomin at senda inn viðmerkingar og spurningar um politikk so væl sum um bøkur.
Eg fari at royna at svara so væl, sum eg kann.
Vinarlig heilsan
Jógvan Arge