Gravgangurin er vísur
eftir plássi á Lágargarði og Ellisheiminum, so títt
og knapt útvarpið hevur lýst andlát og jarðarferð
hjá einum, sum hevur havt innivist har.
Tað er væl skiljandi, at avvarðandi at teimum, sum hava fyri neyðini
at koma á slíkan stovn, eru nærum desperat í síni
leitan eftir innivisti, men tað er bæði óvirðiligt og
mannminkandi, at neyðugt er at brúka snildir og knep fyri at sleppa
upp í part.
Tað eru heldur
ikki øll, sum vilja ella troysta sær at taka lut í hesum
mangan óverduga leiki.
Men gongdin og
gravgangurin eru besta prógvið um, at ansingar- og røktarpláss
til eldri og óhjálpin er ein stór trotvøra í
Tórshavnar Kommunu.
Ellisheimið
var eitt stórt framstig í sínari tíð og Lágargarður
ikki minni, tá hann kom, men her krevst upp aftur meir, og kommunan má
ganga á odda. Tí tað er vælveruna hjá hennara
borgarum, hetta snýr seg um.
Ført verður
fram, at kommunan hevur ongan myndugleika á økinum, og tí
slepst so stutt í hesum tíðum við lofti yvir íløgunum.
Um so er, so er
stundin komin at broyta hesi viðurskifti, tí kommunurnar kunna ikki
bara hyggja at, meðan summir av teirra íbúgvum liva sítt
lívskvøld í treða og einsemi.
Kommunurnar hava
yvirtikið barnaansingina, og onki er meiri náttúrligt enn,
at tær eisini taka upp á seg at stíla fyri ansing og røkt
hjá teimum gomlu, sum eru blivin óhjálpin.
Kommunan eigur
jú sín stóra og sjálvsagda part av ábyrgdini
fyri okkum og okkara umstøðum úr vøggu í grøv.
Í fyrstu
atløgu kann landsstýrið fáa gongd á nevndararbeiðið
um innihaldið í eldrarøktini í framtíðini,
sum stígur kom í hendan dagin, og skunda undir broytingarnar í
býtinum millum landið og kommunurnar.
Fyrrenn tað
arbeiðið er fingið frá hondini, hendir so onki, sum munar.