FORSÍĐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓĐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráđiđ (1162)
  • Břkur (30)
  • Fólkatingiđ (24)
  • Greinir (10)
  • Ítróttur (88)
  • Lřgtingiđ (234)
  • Rřđur (44)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viđmerkingar (15)
  • Ymist (144)


  • KUNNING
  • Um síđuna
  • Ćvisřga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrřđur
  • Vallýsing 2001
  • Býráđsvaliđ 2000
  • Eitt 100 ára stríđ

  • FLEIRI GREINIR
  • Vinnulíviđ má blóma
  • Vestara bryggja og vinnuliga virksemiđ
  • Tey flokkast um okkara valskrá
  • Fólkiđ fyrst og fremst
  • Nýggj bók frá Jógvan Arge
  • Vandi fyri óviđkomandi atlitum
  • Musikkskúlin á vegamóti
  • Tann křvisligi kloakkroykurin


  • Sřgan og gamla Havnin

    Havnin er ein hugnalig kulla. Tađ er stuttligt at ganga í havnargřtum og hugaligt at ferđast í tí gamla býarpartinum millum Eystaru vág og Vestaru vág.

    Tíbetur hevur tađ eydnast Tórshavnar Kommunu at varđveita mong av teimum gomlu húsunum og smogurnar í Gongini, úti á Reyni, á Bakkhellu og harumvegir.

    Hevđi kommunan ikki havt so hepna hond at břta um, hevđi hesin fyrr so lívligi og spennandi býlingur veriđ rotnađur og brotnađur niđur. Hann hýkur vćl og virđiliga uppi enn og er eitt virđismikiđ íkast til trivnađin, men kanska er nakađ deydligt har úti í dag. Har kundi veriđ meiri lív.

    Tađ er í lagi, at fólk hava fingiđ nřkur av húsunum at búgva í. Tađ tryggjar eitt ávíst lív og hugna, men til tess, at eitt rćttiligt lív skal vera har, er neyđugt at brúka summi av húsunum til annađ enn bústađir. Tađ kann hóskandi verđa gjřrt á tann hátt, at fólk og felřg fáa mřguleika fyri at skipa fyri virksemi í húsunum, sum standa tóm.

    Har kann onkur café latast upp viđ mřguleika fyri tónleiki. Har kann gerast ein matstova ella fleiri, og hví ikki loyva eini fittari řlstovu í sjálvum Ydun, har teir bryggjađu og drukku řl í farnum tíđum?

    ”Tađ surrar ein fluga í Ydun í dag”, yrkti skaldiđ Christian Matras á sinni um ein strćvnan mánadag í Ydun. Flugurnar kundu kanska fariđ at surra aftur; nú saman viđ ófyribeindum vespum.

    Sřvn kunnu eisini vera í gomlu Havnini. Tórshavnar Býráđ hevur ikki rćttiliga fingiđ um endan, tá tađ snýr seg um at vísa fram og lýsa býarsřguna og landssřguna.

    Grannarnir í Íslandi eru fleiri rossalongdir frammanfyri okkum. Tú kemur ikki til tann minsta bei, sum ikki hevur eitt áhugavert savn um fólk og vinnuvegir sínar. Mangt og hvat er varđveitt í Havn, men fáur veit um tađ, og so at siga ongin sćr tađ.

    Ydun kann hýsa bryggjara- og bakarasavninum, prentsmiđjusavniđ kann vera í teimum gomlu húsunum hjá Bókhandlinum í Gongini, elektriska savniđ í húsunum hjá Wellejus, embćtismannasavniđ í einum gomlum embćtismannahúsum, almugusavniđ í einum sethúsum ella fleiri o.s.fr.

    Fara vit heilt út á Tinga-nes, sum framvegis hoyrir til Havnina, skuldi onki veriđ til hindurs fyri, at eitt savn, sum lýsir tann Kongliga Einahandilin úti í Havn, fćr innivist í onkrum av bygningunum, sum handilin var í, nú umsitingin kortini er farin út um allan býin.

    Tí sřgan hevur stóran týdning - bćđi sum rćđumynd og kveikjari.


    BŘKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verđa vanliga svarađir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast her.

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síđuna til tína byrjunarsíđu!
  • Bílegg břkur


  • Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR