FORSÍĐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓĐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráđiđ (1163)
  • Břkur (30)
  • Fólkatingiđ (24)
  • Greinir (10)
  • Ítróttur (88)
  • Lřgtingiđ (234)
  • Rřđur (44)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viđmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • KUNNING
  • Um síđuna
  • Ćvisřga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrřđur
  • Vallýsing 2001
  • Býráđsvaliđ 2000
  • Eitt 100 ára stríđ

  • FLEIRI GREINIR
  • Stýringina aftur á beint
  • 10 mió eyka til eldrarřkt og heimatćnastu
  • Vinnulíviđ má blóma
  • Vestara bryggja og vinnuliga virksemiđ
  • Tey flokkast um okkara valskrá
  • Fólkiđ fyrst og fremst
  • Nýggj bók frá Jógvan Arge
  • Vandi fyri óviđkomandi atlitum


  • Pengarnir í góđum hondum

    Tikiđ verđur ofta til, at breiđir herđar skulu til at bera góđar tíđir.

    Í lřtuni uppliva vit góđar tíđir viđ nógvum mřguleikum fyri inntřkum. Arbeiđi er til flestallar hendur, og á fleiri mótum verđur kappbjóđađ fyri at fáa tey rřttu fólkini til arbeiđis.

    Vit hava lagt ta křvandi og nívandi kreppuna aftur um okkum. Ferđ er komin á samfelagsbúskapin, og vit eru eftir stuttari tíđ aftur komin í betri tíđir. Útlit eru kanska eisini til tíđir, sum verđa upp aftur ríkiligari til pengar.

    Tađ er gott, at fólk hevur góđar inntřkumřguleikar. Tađ ger sítt til at birta upp undir trivnađin í kommununi, og tađ tryggjar kommununi tćr inntřkur í skatti, sum hon hevur fyri neyđini fyri at menna seg og rřkja tey felags áhugamálini hjá borgarunum, sum hon hevur um hendur - barnaansing, eldrabýli, skúlar, ítrótt, mentan, vegir, kloakkir, ídnađarřki, bryggjur, bátahavnir v.m.

    Men skal vćl fáast burtur úr hesum góđu tíđunum, er neyđugt, at kommunan ikki loypur framav. Rekast má ein skynsamur og hóvligur fíggjarpolitikkur, har stevnt verđur fram ímóti, at kommunan sum frálíđur sjálv kann fíggja sum mest av sínum ílřgum, tí tađ er dýrt at vera fátćkur, og fer aftur at kosta nógv at lćna pengar.

    Tórshavnar Kommuna hevur veriđ heppin viđ sínum fíggjarpolitikki í seinastuni. Dentur hevur veriđ lagdur á at gjalda skuldina niđur sum skjótast uttan at hćkka skattaprosentiđ, og tá nýggja býráđiđ tekur viđ á nýggjárinum 2001, skyldar kommunan 324 milliónir krónur.

    Hetta er um helvtin av tí, sum skuldin var, tá valskeiđiđ byrjađi 1. januar 1997. Skuldin svarar nú til eina ársinntřku í skatti, og tađ verđur hildiđ at vera vćl innanfyri rímiligt mark. Árliga skattainntřkan hjá Tórshavnar Kommunu er samstundis vaksin 80 milliónir krónur. Tćr betrađu tíđirnar hava sostatt gjřrt sítt til, at so vćl hevur vignast.

    Í góđum tíđum er skjótt at vera óansin og at sigla alt omanav. Pengarnir kunna eisini av ovfarakćti aftur fara at sita ov leysir.

    Tí er mest umráđandi av řllum, at fíggjarliga kósin verđur hildin í býráđnum nćsta valskeiđ. Uttan at vera píriđ og uttan at spara seg eftir hćli eigur Tórshavnar Býráđ, tá hugflogiđ hevur lyndi at fara til stroks og kosta óneyđuga nógv, alsamt at minnast aftur á tey klóku orđini: Tađ skula breiđir herđar til at bera góđar tíđir.

    Tjóđveldislistin til Tórshavnar Býráđ bjóđar seg fram til at reka hendan ábyrgdarpolitikk.


    BŘKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verđa vanliga svarađir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast her.

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síđuna til tína byrjunarsíđu!
  • Bílegg břkur


  • Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR