FORSÍĐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓĐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráđiđ (1162)
  • Břkur (30)
  • Fólkatingiđ (24)
  • Greinir (10)
  • Ítróttur (88)
  • Lřgtingiđ (234)
  • Rřđur (44)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viđmerkingar (15)
  • Ymist (144)


  • KUNNING
  • Um síđuna
  • Ćvisřga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrřđur
  • Vallýsing 2001
  • Býráđsvaliđ 2000
  • Eitt 100 ára stríđ

  • FLEIRI GREINIR
  • Vinnulíviđ má blóma
  • Vestara bryggja og vinnuliga virksemiđ
  • Tey flokkast um okkara valskrá
  • Fólkiđ fyrst og fremst
  • Nýggj bók frá Jógvan Arge
  • Vandi fyri óviđkomandi atlitum
  • Musikkskúlin á vegamóti
  • Tann křvisligi kloakkroykurin


  • Hjartamál fyri Havnina

    Á alnótini spurdi ein brúkari meg, hvat hjartamál eg havi fyri Havnina. Eg má viđganga, at eg í knappari vend hevđi ilt viđ at taka eitt mál fram um onnur. Svariđ bleiv tí tađ einfalda, at eg havi bara hjartamál fyri Havnina.

    Havnin er ein góđur býur at búgva í. Havnin er okkara kulla. Her tími eg at vera. Eg stórtrívist millum fólkini og húsini í Havn, og eg veit, at tađ eri eg ikki einsamallur um.

    Vit eru mong, sum hava tađ felags mál, at Havnin skal vera ein góđur, vinarligur, vakur, reinur og virksamur býur at búgva í og koma til. Her skal vera lív og gróđur og menning. Men hetta kemur ikki bara av sćr sjálvum.

    Fyri framman eru stórar og spennandi avbjóđingar, sum seta krřv til borgararnar og tey, sum stíla fyri í Tórshavnar Kommunu. Vit mugu leggja okkum eftir, at býurin fylgir viđ menningini á řllum řkjum, og at kommunan er fřr fyri at útinna sín týđandi leiklut í landinum og Atlantshavinum.

    Ongantíđ er meiri aktuelt enn nú at gera sćr hugsanir og leggja ćtlanir um framtíđina hjá okkara hřvuđsstađi. Tann minkandi heimurin og tann vaksandi altjóđageringin geva okkum mřguleikar, sum vóru óhugsandi fyri bert fáum árum síđani.

    Kollveltingin í telesambandi og ferđasambandi hava gjřrt, at fjarstřđan hevur lítlan týdning longur. Umheimurin kann nú lćttliga taka okkum viđ í sínar verkćtlanir, og vit kunna fara upp í verkćtlanir saman viđ umheiminum á mestsum jřvnum fřti.

    Fruktirnar av řllum hesum nýtíđar mřguleikum skula sum frálíđur síggjast aftur í Havn, og tađ skal eisini síggjast aftur í Havnini, at útlit eru fyri olju undir Fřroyum. Hesar avbjóđingar mugu takast viđ opnum sinni og stórum álvara og setast inn í karmar, sum hóska saman viđ okkara fyritreytum og mentan.

    Nřkur av mínum hjartamálum fyri Havnina eru sostatt,

    • at Havnin alsamt verđur ein góđur býur og hřvuđsstađur at búgva og virka í,
    • at Tórshavnar Kommuna altíđ skarar fram úr á Fřroyakortinum, og
    • at Havnin og Tórshavnar Kommuna til eina og hvřrja tíđ eru fřrar fyri at útinna leiklutin sum miđstřđir í Norđuratlantshavi


    BŘKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verđa vanliga svarađir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast her.

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síđuna til tína byrjunarsíđu!
  • Bílegg břkur


  • Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR