FORSÍĐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓĐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráđiđ (1163)
  • Břkur (30)
  • Fólkatingiđ (24)
  • Greinir (10)
  • Ítróttur (88)
  • Lřgtingiđ (234)
  • Rřđur (44)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viđmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • KUNNING
  • Um síđuna
  • Ćvisřga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrřđur
  • Vallýsing 2001
  • Býráđsvaliđ 2000
  • Eitt 100 ára stríđ

  • FLEIRI GREINIR
  • Stýringina aftur á beint
  • 10 mió eyka til eldrarřkt og heimatćnastu
  • Vinnulíviđ má blóma
  • Vestara bryggja og vinnuliga virksemiđ
  • Tey flokkast um okkara valskrá
  • Fólkiđ fyrst og fremst
  • Nýggj bók frá Jógvan Arge
  • Vandi fyri óviđkomandi atlitum


  • Frćlsur ítróttur í Havn

    Nú eg havi latiđ meg stilla upp til býráđsvaliđ í Havn, havi eg hug at sláa eitt slag fyri frćlsum ítrótti í hřvuđsstađnum. Frćlsur ítróttur er grundarlagiđ undir řllum řđrum ítrótti. Frćlsi ítrótturin er tann klassiski ítrótturin, sum var í hásćti í teimum gomlu olympisku leikunum, og sum enn dagin í dag er ryggurin í olympiskum leikum.

    Frćlsur ítróttur verđur íđkađur undir skipađum viđurskiftum um allan heim, eisini í Eysturoynni, men ikki í hřvuđsstađi Fřroya. Eg haldi, at tađ er stórt spell og forsřmilsi av fleiri ćttarliđum av býarpolitikarum, at Havnin framvegis ikki er fřr fyri bjóđa sínum mongu borgarum ein ítróttavřll til sjálvan frumítróttin.

    Frćlsur ítróttur fevnir um nógvar ítróttagreinir. Tćr eru mest fyri einstaklingar og spenna frá renningum av ymsum slag um longdarlop, sleggjuvarp og kúluvarp til hástřkk og stangarstřkk.

    Hetta eru góđar kropsvenjingar, sum hava stóran týdning fyri trivnađin hjá bćđi ungum og eldri. At tćr ikki kunnu íđkast og takast viđ í frítiđarvirksemi í dag, er eitt stórt minus fyri landsins hřvuđsstađ, iđ kann reypa av eini svimjihřll, sum stendur mát viđ tćr bestu í Norđurlondum.

    Havnarmenn hava í eina heila řld bygt stadion í Gundadali uttan at veita tí klassiska ítróttinum innivist. Eg vćnti ikki, at Tórsvřllur verđur broyttur í brćđi, og tí haldi eg, at Tórshavnar Býráđ skal ganga undan at gera eitt řki til frćlsan ítrótt.

    Hetta řki kann til dřmis vera í natúrperluni í Hoydřlum. Har er pláss fyri rennibreyt og řđrum breytum, sum hoyra til ein framkomnan ítróttavřll. Har kunnu řll íđka og renna, eisini tey, sum fáast viđ bóltspřl, kappróđur og innanduraítrótt, og tey, sum bara vilja renna sćr ein túr fyri sína egnu vćlveru.

    Tađ er ikki nóg gott fyri hřvuđsstađin í Fřroyum, at ítrótturin má siga Oyggjaleikirnar frá sćr, tí Havnin hevur ikki teir vřllir og tćr breytir, sum krevjast til kappingarnar.

    Komandi býráđ eigur at taka spurningin um eitt řki til frćlsan ítrótt upp í stórum álvara og rađfesta hann frammarlaga. Hetta er eitt tilbođ, sum landsins hřvuđsstađur eigur at geva sínum borgarum, og ein fyritreyt fyri, at vit kunna meta okkum javnt viđ ađrar hřvuđsstađir.


    BŘKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verđa vanliga svarađir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast her.

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síđuna til tína byrjunarsíđu!
  • Bílegg břkur


  • Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR