replicas relojes
Jógvan Arge hevur síðani 1. januar 2001 verið limur í Tórshavnar Býráð fyri tjóðveldisflokkin. Hann er 54 ára gamal. Føddur og uppvaksin í Havn. Barna- og unglingaárini búði hann ovarlaga á Tinghúsvegnum. Gekk í nonnuskúla, millumskúla og studentaskúla.
Er sonur Petru f. Gregersen úr Syðrugøtu og Niels Juel Arge, útvarpsstjóra, sála. Næstelstur av fimm systkjum. Hini eru Jórun Arge, Ólavur Arge, Suffía Eliasen og Magni Arge.
Hevur nú í 30 ár búð í Tjarnardeild 12 í Stoffalág. Giftur við Maritu f. Niclasen úr Nesi í Hvalba. Hon er útbúgvin pædagogur á Føroya Læraraskúla í 1991.
Børn: Niels Juel Jógvanson Arge f. 1966, búskaparfrøðingur, Uni Jógvanson Arge f. 1971, tíðindamaður, og Jóhanna Arge, f. 1972, løgfrøðingur.
Jógvan hevur í 32 ár starvast sum útvarpsmaður. Árini 1978-80 var hann formaður í Ítróttasambandi Føroya, ÍSF.
Seinastu níggju árini hevur hann skrivað níggju bøkur. Av teimum eru fimm um føroyingar í Grønlandi.
Tilsamans hevur hann latið 14 bøkur úr hondum.
Í stuttum:
- Nýmálsligur studentur úr Hoydølum 1966
- Útbúgvin journalistur á Ritzaus Bureau, Keypmannahavn, 1967-1970
- Programmedarbeiðari í Útvarpi Føroya 1. januar 1970
- Leiðari fyri tíðindadeildini 1979-1989
- Programleiðari síðani 1989
- Formaður í Ítróttasambandi Føroya 1978-1980
- Heiðursviðurkenning ÍSF 1999
- Nevndarlimur í Unga Tjóðveldinum 1965-66
- Valevni tjóðveldisfloksins til løgtingsvalið 1978
- Nevndarlimur í p/f Blaðstarv 1984-87
- Býráðslimur í Havn 2001:
- - byggi- og býarskipanarnevndin
- - mentamálanevndin
- - tekniska nevnd
- - hýruvogsnevndin
- - kaldbaksnevndin
- - bygginevnd fyri skúla og ítróttarhøll í Kollafirði
- - skúlastýrið fyri Eysturskúlan
- - skúlastýrið fyri Kaldbaks Skúla
- Valevni tjóðveldisfloksins til fólkatingsvalið 2001